Um vikuskiftið varð lagt til brots í liðkappingini í talvi, og spælt varð í øllum deildum, úr 1. deild og niður í dreingjadeildina.
Í 1. deild kom Kollafjørður best frá byrjan. Við altjóða meistaranum Tigar Hillarp Persson, sum eisini er venjari hja kollfirðingum, á odda, vunnu teir 31/2-1/2 á Streymi, sum bert fekk stig á fjórða borði, har Bergur Magnussen fekk javnleik ímóti Poul Martin Hansen.
Á hinum borðunum vunnu Torbjørn Thomsen og Bernhard Thomsen ímóti ávíkavist Martin Brekká og Gunnar Joensen.
Føroyameistararnir seinastu tvey árini, Klaksvík 1, telvdu ímóti uppflytarunum úr 2. deild, sum eisini hoyra heima í felagnum í Klaksvík. Og innanhýsisdysturin millum Klaksvík 1 og Klaksvík 2endaði við sigri til meistararnar, meðan uppflytararnir vístu, at teir kunnu fara at arga hini liðini í deildini.
Tveir av dystunum endaðu javnir. Á fyrsta borði fekk Terji Petersen, sum mennist í hvørjum, javnleik ímóti Rana Noløe. Og á fjórða borði fekk Tummas Martin Anthoniussen javnleik ímóti nýggja manninum á KTF1, Haldur Suna Johansen. Ólavur Simonsen, sum nú telvar á 2. borði, vann á Finnbjørn Vang, og Steintór Rasmussen vann ímóti Petur Hans Poulsen.
Dysturin millum Havnina og Vestmanna endaði við tryggum sigri til havnamenninar. Einasti »vestmenningurin«, sum fekk stig burtur úr dystinum, var altjóða meistarin John Rødgaard, sum á fyrsta borði vann dystin ímóti Torben Ø, Johansen.
Eftir fyrsta umfar hevur Kollafjørður sostatt lagt seg á odda við hálvumfjórða stigi, meðan Havnin og Klaksvík 1 eru beint í hølunum við trimum stigum hvør. Vestmanna og Klaksvík 2 hava eitt stig hvør, og Streymur er aftast við hálvum stigi.
Í næsta umfari møtast eingi av fremru liðinum. Kollafjørður fer at dystast við Vestmanna, Klaksvík 1 við Streym, og Havnin við Klaksvík 2.
Hesir dystir verða allir sunnudagin og byrjað verður klokkan 14.
Toftir best frá
byrjan í 2. deild
Toftir kom best frá byrjan í 2. deild. Tey dystaðust við uppflytararnar úr Gøtu og vunnu 3-1. Jónfinn Thomsen og Reinhold Isaksen fingu stigini hjøa gøtumonnum eftir javnleik ímóti ávíkavist Hans Christian Hansen og Helga Joensen. Wenzil Højgaard og Jústines Hansen syrgdu tí fyri trygga sigrinum hjá Toftaliðnum.
Havnin hevur tvey lið í 2. deild og tey møttust í fyrsta umfarið. Dysturin millum liðini vístu, at tey eru mannað við javtn sterkum telvarum, og úrslitið var eisini 2-2.
Dystirnir á fyrsta og øðrum borði endaðu javnir, meðan Hans B. Højgaard hjá Havnini 1 vann á triðja borði og Óli Joensen hjá Havnini 2 á fjórða borði.
Kollafjørður hevur eisini tvey lið í 2. deild, og tey møttus eisini í fyrsta umfari. Hesin dysturin endaði við at Kollafjørður 1 vann 21/2-11/2. Tríggir av dystunum endaðu javnir, meðan sigurin hjá Niclas M. Joensen á Hans Kr. Simonsen avgjørdi dystin til fyrimuns fyri KT1.
Kappingin ú 3. deild er býtt upp í tvær kappingar, og eftir fyrsta umfar er Sandavágur á odda í 3. deild A, meðan Havnin er á odda í 3. deild B.
Í Unglingadeildini eru bert trý lið, og tí er bert ein dystur hvørt vikuskiftið. Hesaferð dystaðust bæði liðini hjá klaksvíkingum og Klaksvík 1 vann 4-0. Havnin hevði frí hesaferð.
Í dreingjadeildini eru fimm lið, og hesaferð vann Kollafjørður 4-0 á Vestmanna og Havnin 1 31/2 á Havnini 2. Klaksvík hevði frí hesaferð.