Kollafjørður eigur gott fólk

FM-róðurin á sundalagsstevnu er í góðum hondum, tó at hetta tiltak krevur nógv hjálparfólk, sigur formaðurin í KÍF, Robert Poulsen.

Robert Poulsen er formaður í KÍF, Kollafjarðar Ítróttarfelag, sum eigur ein stóran leiklut í sundalagsstevnu, sum verður í Kollafirði næsta vikuskiftið.

 

- Tað er serliga ítróttarfelagið, skótarnir og rossafelagið, ið taka sær av stevnufyrireikingunum. KÍF hevur í fyrsta lagi tann ítróttarliga partin, tivoli og dansin, umframt stevnuteitið og hugnakvøldið, skótarnir skipa fyri midnáttarbáli og tí, sum hongur uppi í her, og so er tað rossafelagið, sum eitt nú tekur sær av ponyríðing.

 

Robert Poulsen sigur, at tað er eisini KÍF, sum tekur sær av at fyriskipa FM-kappróðurin, sum er størsta einstaka tiltak á sundalagsstevnu.

 

- Tað eru nøkur ár síðan, at okkara bátar, Kollur og Kollfirðingur, luttóku í FM-róðri, men í ár er 5-mannafarið Kollur mannaður við dreingjum.

 

Hann sigur, at KÍF hevur skipað eina undirnevnd við fýra persónum, ið taka sær av kappróðrinum, og ætlanin er, at tey, sum eru í hesi nevnd, eisini skulu arbeiða við at reisa kappróðurin í bygdini aftur á føtur.

 

- Øll, sum sita í hesi nevnd, eru gamlir rógvarar, sum hava stóran áhuga fyri kappróðri. Vit hava gott fólk í økinum, sum áður hava tikið sær av at skipa ein FM-róður. Talan er bæði um yngri og eldri fólk, sum hava verið partur av hesum áður.

 

Robert Poulsen ivast tí onga løtu í, at FM-róðurin á sundalagsstevnu er í góðum hondum, tó at hetta tiltak krevur nógv hjálparfólk fyri at skapa røttu og neyðugu karmarnar.

 

Hann vísir á, at tá róð verður 1000 metrar á Kollafirði, kunnu tey, sum vilja síggja kappróðurin, fylga við bátunum eftir bryggjuni ein stóran part av teininum.

 

- Tá málið er 1000 metrar, og bryggjan er einar 400 metrar long, er greitt, at umstøðurnar at fylgja við seinnu helvt av teininum eru sera góðar, sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF.