Hans Biskopstø
valevni hjá Fólkaflokkinum
Her eru stórir møguleikar skaptir í miðstaðarøkinum.
Havnarlagið í Kollafirði gevur pláss fyri vinnuligum endamálum, so sum kryvjivirki og nú frystihotel til aling og aðra vinnu. Her nørast arbeiðspláss.
Og tá ið grótið úr undirsjóvartunlinum er koyrt á sjógvin í Kollafirði, tá verður Kollafjarðar havn ikki til at kenna aftur, og tá fer Kollafjørður at gera seg galdandi í frálandsvinnuni.
Á samferðsluøkinum er Signabøur ringast fyri. Ein heilur býlingur er komin afturat, uttan at nakað er gjørt við vegakervið, sum er einsporaður vegur uttan gongubreyt.
Hetta riggar ikki, men tíbetur sær tað nú út til, at gongd fer at koma á til at loysa hetta mál. Fyrireikingar eru gjørdar til at broyta svingið á Oyrareingjum, so vónandi byrjar vegarbeiðið beinan vegin.
Her kann ikki bíðast longur. Koyrivegur við gongubreyt yvir Dalá og út á Signabø má gerast sum skjótast.
Hetta er eitt ynski, sum tey, ið har búgva, hava gjørt vart við í fleiri ár.
Havnarlagið á Signabø, sum uttan iva eisini verður útbygt við tunnilsgróti, fer sum ídnaðarøki beinan vegin at krevja, at vegurin, sum annars longu nú er projekteraður, verður gjørdur frá ídnaðarøkinum til tunnilsvegin oman fyri Oyrareingir.
Við hesi bygging fer at bera til at leiða trailaraferðsluna uttan um bygt øki og harvið tryggari ferðsluviðurskifti.
Fólkaflokkurin hevur sum mál at virka fyri, at vinnulívið ? bæði á sjógvi og landi ? fær bestu livimøguleikar og trivnað.