Kolbeinn Sigþórsson vann 18-17 á Portugal

(EM 2016) Íslendska blaðið "Vísir" hevur roknað seg fram til nøkur ótrúlig hagtøl frá søguliga dystinum hjá Íslandi ígjár

 

Kolbeinn Sigþórsson vann 18-17 á Portugal, sambært íslendska blaðnum "Vísir", sum hevur roknað seg fram til nøkur stuttlig hagtøl frá søguliga dystinum á leikvøllinum í Saint Etienne. Tá Ísland skrivaði fleirfaldaða søgu við at spæla sín fyrsta EM-endaspælsdyst, vinna sítt fyrsta stig í einum EM-endaspæli við einum góðum javnleiki, og samstundis gjørdist Birkir Bjarnason søguligur, tá hann skoraði fyrsta málið hjá íslendingum í einum EM-endaspæli.

 

Bakarasonurin, Kolbeinn Sigþórsson - íslendingar elska at nevna Kolbeinn Sigþórsson "Bakarasonurin" - vann nevnliga fleiri luftbóltar enn alt tað portugisiska liðið tilsamans.

 

Sambært Vísir vann Kolbeinn Sigþórsson heili 18 luftbóltar, meðan alt tað portugisiska liðið vann bara tilsamans 17 luftbóltar, stuttleikar Vísir sær við.

 

Kolbeinn Sigþórsson var eyðsýndur í søguliga dystinum ígjár, og gjørdi sítt til, at tað bar heim hjá Íslandi ígjár. Nú ger Kolbeinn Sigþórsson klárt saman við liðfeløgunum at møta Ungarn. Tann dysturin verður spældur leygardagin klokkan 17. 

 

(Mynd: visir.is)