Kolbein Simonsen 50 ár

5. august fylti Kolbein Simonsen í Havn 50 ár.

Kolbein er havnarmaður, sonur Sigrid, f. Henriksen, úr Sandavági, og Jóhan Simonsen, skipara, úr Hoyvík. Kolbein er útbúgvin radiomekanikari, hann lærdi í S.H. Jacobsens Radiohandli í Havn og arbeiddi har í nógv ár. Hann hevur eisini arbeitt á Elektron. Annars er hann best kendur innan føroyska tónleikalívi, har hann spælir bassgittara. Hann hevur spælt og spælir saman við ymiskum tónleikarum sum t.d. Ólavi Øster, Rúnu á Heygum og Georg Eystan Á. Eisini siglir hann nógv við Norrønu sum tónleikari.