Føroyska veðurstovan sigur um veðrið nú klokkan 15, at tað verður hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, norðanfyri og vestanfyri frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn.
Í nátt veksur vindurin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s.
Fyrrapartin í morgin veksandi upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s, mesti vindurin er í sunnari partum av landinum.
Seint á fyrrapartinum gongur hann upp í vestan, og tá veksur vindurin upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s, mesti vindurin enn í sunnari partum av landinum.
Skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin minkar vindurin spakuliga niður í skrið ella storm av útnyrðingi og vesturi, 18 til 23 m/s.
Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava. Hitin 3 til 8 stig.