Eitt hátrýst í ein útsynning úr Írlandi fer í ein landsynning og letur upp fyri brúgvaløgum við mildari og slavnari luft av vesturætt. Mikudagin flyta brúgvaløgini seg í ein sunnan og polarluftin byrjar at streingja á av norðri. Samstundis mennist eitt kraftigt lágtrýst millum Skotland og Føroyar á veg í ein landnyrðing. Lágtrýstið fer væntandi framvið beint sunnan fyri Føroyar hósnáttina. Síðani fer lágtrýstið í ein eystan móti Skandinavia og køld polarluft við vetrarælum blæsir aftur inn yvir okkum av norðri í nakrar dagar.
Í dag
Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum øtlar nakað í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men í kvøld klárar eitt skift í. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum frost.
Í morgin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á kvøldið øtlar enn meiri, upp í skrið, um 20 m7s, í hvirlunum stormur, um 25 m/s. Nógv regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin
Hvassur vindur ella skrið av norðri og landnyrðingi, 15 til 20 m/s, kolandi stormur í hvirlunum, upp í 30 m/s. Skýggjað og ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagin
Hvassur vindur ella skrið av norðri og útnyrðingi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum kolandi stormur, upp í 30 m/s. Um náttina makar hann vindin eitt vet. Skýggjað og ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin
Hann makar vindin gjøgnum dagin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi á kvøldi, 2 til 7 m/s. Um náttina øtlar hann tó aftur av suðri og landsynningi, upp í 5 til 10 m/s. Framvegis ælaveður, mest sum vátaslettingur ella kavi, men út á dagin klárar í og slítur í, tó um náttina verður aftur skýggjað. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 3 hitastig.










