Myndugleikarnir í Kina hava lítla vón um at bjarga 11 monnum, sum hava verið innistongdir í einum kolanámi síðani gjáramorgunin. 276 menn vóru niðri í náminum, tá ein hørð spreinging var har, og tað eydnaðist 239 teirra at bjarga sær upp. 26 doyðu.
Bjargingarmyndugleikarnir siga, at nógv gass og nógv dust gera bjargingararbeiðið sera torført, og møguleikin fyri at finna teir 11 menninar á lívi er sera lítil, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar.
Kili hevur boðið sær til at hjálpa teimum kinesisku myndugleikunum at bjarga teimum innistongdu monnunum. Kilski forsetin, Sebastian Pinera, segði í dag, at Kili er til reiðar við hjálpa, um Kina vil hava hjálp.
Fyri nøkrum døgum síðani vórðu 33 menn bjargaðir eftir at hava verið innistongdir í einum koparnámi í Kili í 69 samdøgur.