Kol og ferðafólk hond í hond í Hvalba

Ætlanin er, at nýggja kolaminan í Hvalba skal verða eitt ferðamál av teimum heilt stóru í Suðuroy í framtíðini

Kunnu tann aldargamli kolagrevsturin í Hvalba og tann alsamt veksandi ferðavinnan ganga hond í hond?

Tað er ein spurningur, sum hvalbingar nú ætla sær at finna útav.

Sum tað sæst í greinini omanfyri, er ætlanin at fara undir eina nýggja kolaminu í Prestfjalli í Hvalba í heyst.

Hesi seinastu árini hevur kolagrevstur ikki bara verið ein vinna í vanligum týdningi. Tað hevur eisini verið eitt nógv vitjað ferðamál í Suðuroy, har eitt alsamt veksandi tal av ferðafólki hevur fingið eitt stórt upplivilsi burtur úr at sleppa inn í eina kolaminu við staðkendum kolamonnum sum vegvísarum.

Og í teirri nýggju minuni í Prestfjalli, er ætlanin at veksa munandi um hesa hjávinnuna í kolinum.

Prestfjall er á vestursíðuni í Suðuroy og gongst sum ætlað, verður nýggja kolaminan sprongd tvørtur ígjøgnum fjalli, so at hon kemur út í bjørgunum á vestursíðuni í Suðuroy.

Har er stóra feitilendi Í Skorunum, sum hevur eitt sjáldsamt panorama útsýni yvir feitilendi, fuglabjørgini og vestur í Hav.

- Fáa vit sprongt ígjøgnum, ber til at fara heilt í bjørgini vestantil í Hvalba við ferðafólki og verður rætt fyriskipað, tað kann gerast ómetaliga spennandi hjá ferðafólki, heldur Jan Poulsen, stjóri í Roynds Kolasølu.

- Tað kann verða eitt gott íkast til kolavinnuna, leggur hann afturat.

Men so er tað eisini av praktiskum orsøkum, at ætlanin er at sprongja tvørtur ígjøgnum fjalli, tí tað hevði veitt nógva luft til minuna. 

Les eisini greinina: Verma seg við koli úr Hvalba í vetur.