KOKS – per aspera ad astra gjøgnum trupulleikar móti stjørnunum

Jóan Pauli Joensen hugleiðir um KOKS frammi við Gjónna, sum myndugleikarnir nú sýnast at tveita á dyr. Millum bleikjur, seyð og heiðafugl hevur KOKS sameinað føroyska náttúru og nýskapandi føroyska matmentan til eitt søguligt nýbrot í føroyskari mentan. Tað stendur ikki á at fáa matglað fólk til KOKS. Latið KOKS sleppa at vera frammi við Gjónna til matstovan um skamma stund flytur til eitt betri og blívandi stað

Jóan Pauli Joensen

 

Hvakk ikki sørt við, tá eg herfyri læs, at tveystjørnaða Michelin matstova okkara ikki hevði fingið endurnýggjað loyvið frá Yvirfriðingarnevndini til at kunna verða frammi við Gjónna longur enn til 1. september.

##med2##

Yvirfriðingarnevndin skal hava stóra tøkk fyri ta avgerð, sum hon tók í fyrstu atløgu, tá KOKS fekk loyvi at halda til frammi við Gjónna. Við hesi víðskygdu avgerð eigur nevndin ein stóran part av æruni fyri, at KOKS er komið á hægstu tindarnar.

Tað kann væl verða, at hvørki ánararnir av KOKS, ella Yvirfriðingarnevndin, tá tey góvu KOKS serloyvi, ímyndaðu sær, at KOKS frammi við Gjónna fór at gerast ein rimmar suksess.

Viðhvørt er tað so, at tað henda stór ting, sum púra taka ein av fótum og broyta nógv til tað betra. Tá snýr tað seg um at kenna sína vitjunartíð og duga at taka ímóti. KOKS frammi við Gjónna er vorðin ein sólskinssøga og alt gongur upp á tað besta.

Tað er ongin orsøk til nú at fara at ristast á hondunum, tí tann fyrsta avgerðin var skilagóð og røtt, og tað er ikki minni skilagott at leingja loyvi uppaftur longri. Vit eiga at taka lógvatak um KOKS og forða fyri, at matstovan kemur at standa á berajólum, tí tað skal ikki nógv fantasi til fyri at síggja fyri sær tær álvarsomu avleiðingarnar fyri Føroyar, um KOKS má siga alt frá sær frá 1. september?

Tað eru stór sannlíkindi fyri, at konseptið KOKS fer í søguna. Starvsfólkini á KOKS mugu finna sær okkurt annað, fólk sum hava bílagt á KOKS fáa ein vátan vøtt, báðar Michelin stjørnurnar slókna.

Latið tí KOKS sleppa at vera frammi við Gjónna til matstovan um skamma stund flytur til eitt uppaftur betri og blívandi stað.

##med3##

 

Eitt væleydnað konsept

Tá tú etur á KOKS, kemur tú fyrst til leysa hjallin Skerpa, har tú fært okkurt smávegis gott at eta og drekka. Síðan verður tú koyrdur í jeppi fram til Gjónna.

Upplivilsið at koyra eftir hesum bøkluta og holuta vegi er eitt sjáldsamt upplivilsi í sjálvum sær.

Vegurin er í hvussu so er einki broyttur. Tað er náttúran sjálv, sum røkir hann, og neyvan nakar annar.

Í sjálvari matstovuni, har tað er lágt millum syllarnar og ein fornur hugni innandura, gloymir tú teg burtur í einum gastronomiskum paradísi við perfeksjón.

Matstovan verður í høvuðsheitum rikin av ungum eldhugaðum fólki undir 30 ára aldur, sum er ein kontrast til tað gamla. Tað er imponerandi.

Við sínum tveimum Michelin stjørnum hevur KOKS lyft allar Føroyar upp til tindar, tá tað um matstovuvinnu ræður.

KOKS er sum ímynd av Føroyum, eitt gullnám, sum ríkar okkum øll. Tað átti at talt nógv hjá einum matframleiðandi landi sjálvt at hava eina matstovu við tveimum Michelin stjørnum, sum borðreiðir við tí, sum vit hava. Køn høvd hava roknað út, at við høvd og gørnum leggja gastroturistarnir, sum koma til Føroyar at eta á KOKS, yvir 50 milliónir eftir seg, og tað er ikki púra einki at fáa í umfar í føroyska samfelagnum.

Kanska er avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini bara tikin so hissini, uttan stórvegis innanhýsis diskusjón, tí at tíðin fyri fyribilsgóðkenningini er farin.

Alt veldst um, hvar tú stendur, eisini tá ein avgerð verður tikin. Einki stendur í stað, og flytur tú teg, ber til at síggja so nógv annað, sum eygað ikki sá við fyrstu atløgu.

Avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini kann koma at blíva til eina tragisk-komiska Monthy Phyton komediu, har alt tað frálíka konseptið hjá KOKS, sum er kent og væl umtókt um allan heim, fer fyri skeyti av einum gomlum skúri, sum neyvan nakar fyrr hevur gáað eftir.

Fitti køkurin hjá KOKS fellur sum er betri inn í pagana landslagið enn ein gamal avfallin skúrur. Tað er ikki av ongum, at vit siga eini hús í fleirtali. Til eini gomul føroysk hús hoyrdu fleiri hús. Í ringasta føri ber til at taka køkin niðuraftur og seta ein skúr uppaftur í sama líki, sum hann, ið var har frammanundan.

##med4##

 

KOKS er ikki ein glíðibreyt

At KOKS er komið so langt, hevur fingið meg at hugsa um latínska orðatakið per aspera ad astra, sum merkir gjøgnum trupulleikar móti stjørnunum, ella sagt eitt sindur øðrvísi Non est ad astra mollis e terris via, sum merkir, at vegurin frá jørðini til stjørnurnar er ikki lættur.

Tá KOKS longu nú hevur vunnið tvær stjørnur, átti Yvirfriðingarnevndin at víst sítt stórtøkni eina tíð afturat og sæð KOKS sum eitt gullnám í føroyskari mentan, sum tekur tað gamla við inn í tað nýggja á ein sera sámiligan hátt.

Eg dugi ikki við mínum besta viljað at skilja argumentini fyri, at loyvið ikki kann leingjast eina tíð afturat. Eg dugi ikki at síggja nakað lutfall millum friðingaratlitini og tann týdning, sum KOKS hevur fingið frammi við Gjónna fyri alt føroyska samfelagið.

Talan kann neyvan vera um eina glíðibreyt til ampa fyri føroyska náttúru ella antikvarisk áhugamál, tí so ofta kemur tað ikki at verða, at Michelin stjørnur fara at skemma føroysku náttúruna ella gamla føroyska bygningsmentan. Køkurin - ella steikarhúsið, sum tey høvdu nevnt tað fyrr, fer neyvan at hava við sær, at tað brádliga skuldi komið at standa eitt Hilton hotell við Hviltkinnavatn, men um tað kom upp á tal, vildi eg verðið tann fyrsti at mótmælt.

Eins og kirkjubømúrurin er ein minnisvarði frá miðøldini er KOKS ein varði í 21. øld, men enn er ov tíðliga at gera KOKS til ein minnisvarða.

##med5##

 

KOKS er ein sólskinssøga

Matstovan KOKS er ein sólskinssøga, sum kann sammetast við, at føroyska fótbóltslandsliðið spældi seg til endaleikirnar í EM ella VM. KOKS er komin av einum miðvísum áhaldandi framtaki, ið hevur ført á mál.

Matstovan hevur í dag heilar tvær Michelin stjørnur. Ísland við sínum mongu frálíku matstovum hevði eina Michelin stjørnu, men misti hana tíverri um somu tíð, sum Føroyar fingu eina afturat.

Tað vóru tey fólk, sum vóru sterk í trúnni uppá, at Føroyar høvdu eina framtíð sum eitt gastronomiskt land, eru tey nevnd, eru tey kend.

Í 2011 var komið so langt, at føroyskar matstovur vórðu umrøddar í Den Danske Spiseguide. Tað var sama ár, sum KOKS sá dagsins ljós á Hotell Føroyum.

Leif Sørensen og Karen Visth vórðu frammanundan sett í starv, og Poul Andrias Ziska kom í læru. Tey bæði Poul Andrias Ziska og vínkennarin Karen Visth mynda í dag saman við sínum dugnaligu starvsfólkum matstovuna frammi við Gjónna.

##med6##

 

Einglarnir fara at syngja

KOKS samstarvar við frálíkar veitarar av allari fyrsta floks føroyskari rávøru: fiski, seyðakjøti, fugli, harum, hummarum, kræklingum, øðum, igulkerum og tara, umframt rótum og øðrum grønmeti, sum veksur her á landi og teimum etandi urtum, sum grógva í bø og haga.

KOKS hevur í roynd og veru umsett føroyska náttúru og føroyskt jørðildið til mat og matmentan á hægsta gastronomiska stigi, sum "fær einglarnar at syngja", sum ein matglaður landsmaður lýddi mær í oyra herfyri.

Tað kom mær ikki til hugs, tá eg í august í 1963 kom sum læraravikarur til Gásadals, at tann mairót, sum Sørin Árnastein beyð mær í túninum, seinni skuldi koma at verða ein delikatessa á matstovuni KOKS. Hinvegin minnist eg enn, hvussu væl tann rótin smakkaði.

##med7##

 

Góð marknaðarføring

Við hjálp frá góðum fólki eydnaðist tað í 2012 at fáa givið út glæsiligu bókina um KOKS við føroyskum og enskum teksti og fantastiskum fotomyndum. Ein sera skilagóður leikur í hesum talvi, ið fekk uppaftur fleiri fólk at festa eyguni á KOKS.

KOKS kom ikki bert at vera ársins matstova í Danmark, men bókin um KOKS varð eisini kosin sum WORLD BEST SCANDINAVIAN COOK BOOK av Gourmand i 2016.

Tað var genialt at flyta KOKS út úr Hotell Føroyum. Fyrst til Kirkjubøar og eftir eini tíð har, í gomlu húsini frammi við Gjónna í 2017, burtur frá alfara vegi og í einum fríum og vøkrum nátturuumhvørvi.

Tað, sum ikki var áðrenn, tað kom nú á hesum pastoralu leiðum, sum Kim Simonsen vildi havt sagt, millum sílafiskarar og ferðandi laksar, sum eins og gastroturistarnir javnan vitja bleikjurnar í Leynavatni.

##med8##

 

Næstbesta matstova í danska kongaríkinum

Tað stendur ikki á at fáa fólk úr øllum heimunum til teir 26 stólarnar undir loftunum í teirri lágu lonini frammi við Gjónna, sum ikki bert er umrødd sum The World’s most remote food destination, men eisini sum ein matstova heilt fyri seg í heimsklassa.

Í seinastu útgávuni av tí sera tignarliga White Guide rangerar KOKS sum nr. 2 í danska kongaríkinum, beint aftan á Noma og framman fyri Geranium, sum hevur tríggjar Michelin stjørnur.

Í eini aðrari meting herfyri varð KOKS mett at vera nr. 28 millum tær 66 bestu matstovurnar í Norðurlondum. Í 2017 fekk KOKS sína fyrstu Michelin stjørnu og í ár ta næstu.

Hvør kundi fyri fáum árum síðani í sínum villasta fantasi ímyndað sær, at tað har við Leynavatn, millum seyð, seyðasparl og heiðafugl, og tað, at ein arbeiðsskúrur hjá seyðamonnunum varð umgjørdur til ein køk, skuldi koma at verða ein tann kendasta matstovan í heiminum. Ella sum onkur ungur vildi sagt, "tað er púra vilt".

##med9##

 

Lokomotivið dregur

Tað kostar at gera mat á matstovum í tí klassa sum KOKS er komin í, og prísurin er har eftir. Pláss skal bíleggjast mánaðir frammanundan, tí matglaðir gastroturistar eru úti um seg í sera góðari tíð. Hinvegin ber eisini til at siga, at tað hoyrir til góðan føroyskan fólkaskikk at verða blíð við gestir og lata teir fáa tað besta. At teir so eisini fáa eitt náttúruupplivilsi og eina kenslu av at koma inn í sjálvt tað føroyska hjartað, er eitt bonus afturat.

Tað ber eisini til at gleða okkum yvir, at KOKS er vorið tað lokomotiv, sum dregur alla ta føroyska matstovuvinnuna aftan á sær, tí eftir stuttari tíð, eru tað her í landinum komnar mangar aðrar frálíkar matstovur. Flestu teirra eru eisini munandi lættari at koma til enn KOKS. Tá tað regnar á prestin, dryppar tað á deknin.

##med10##

 

At frøast um tað stóra

Sjálvt um flest okkara ikki javnan hava møguleika at sita til borðs frammi við Gjónna, lýsir stjørnuglansurin frá KOKS á okkum øll. Tað vildi verið sera smáligt, um vit ikki kunnu frøast og síggja tað stóra í tí, sum KOKS er fyri okkum øll og standa saman um KOKS.

Eg haldi ikki, at Yvirfriðingarnevndin í hesum sambandi við síni seinastu avgerð hevur tikið øll tey heildaratlit, sum eiga at vera tikin, men tað letur seg væl gera enn, tí fólkini, sum har sita, eru skilafólk.

Latið tað ikki standa eftir, at vit einaferð høvdu eina heimskenda matstovu, sum hvarv sum døgg fyri sól, tí myndugleikarnir mettu, at ein gamal skúrur til kraftfóður hevði størri samfelagsligan og søguligan týdning.

Latið tað heldur standa eftir, at fólk um hundrað ár minnast, at frammi við Gjónna lá einaferð ein heimskend matstova. Matstovan var eitt úrslit av víðskygdum og djørvum samstarvi millum eina Yvirfriðingarnevnd og ánararnar av KOKS. Kanska verður tað júst køkurin, einasta beinleiðis materialisering á staðnum av KOKS, sum kemur at verða tað mest varðveitingarverda, tá tann tíð kemur.