Poul Andrias Ziska og Áki Herálvsson, høvuðskokkar á Koks, høvdu í dag framløgu í stórari matráðstevnu í Zürich í Sveis, nevnd »Chef Alps International Cooking Summit«. Talan er um ráðstevnu, har heimsins bestu kokkar luttaka. Teir flestu eru frá matstovum við tveimum og trimum Michellinstjørnum.
– Tað hevur gingið sera væl. Vit hava greitt frá um Føroyar, um okkara serligu matmentan og um føroysku ráðvøruna, sigur Poul Andrias Ziska, sum vit hittu fyri løtu síðani í telefonini úr Sveis.
– Vit hava verið á pallinum í dag. Pallurin var innrættaður sum ein køkur. Vit høvdu eina powerpoint framløgu, vístu tveir filmar, vit hava gjørt um matstovuna Koks og um, hvussu tað ræsta verður til í Føroyum. Eisini gjørdu vit mat á pallinum, greiðir Poul Andrias Ziska frá.
Teir báðir kokkarnir frá Koks gjørdu eina sjey rættaða matskrá við jomfrúhummara, Føroya Banka toski, skeljum, dessert úr grasi, sýru og bótaurt og tveir rættir úr røstum kjøti og røstum fiski.
Hóast maturin ikki var gjørdur til fólk at eta, so vóru tað kortini fleiri, ið smakkaðu matin hjá teimum báðum koks-kokkunum. Og teimum dámdi sera væl, serliga var tað tað ræsta, ið hevði áhuga.
– Fleiri hildu, at tað minti nógv um gamlan, sterkan ost, sum tey brúka nógv her í Sveis, greiðir Poul Andrias Ziska frá.
Hann sigur eisini, at fjølmiðlarnir hava víst føroyingunum sera stóran áhuga.
– Vit hava tosað við einar sjey fjølmiðlar, og blaðstjórin á størsta blaðnum í Sveis, Tages Anzeiger, gjørdi eisini samrøðu við okkum. Tey, ið skipa fyri ráðstevnuni brúkti eisini myndir úr Koksbókini til búmerkið til ráðstevnuna, so vit hava fingið sera nógv burturúr, sigur Poul Andrias Ziska.
Tað eru ikki hissini kokkar, sum føroysku kokkarnir royna seg í millum. Allir koma frá matstovum, sum hava tvær og tríggjar Michellinstjørnur.
Umframt føroysku kokkarnir, vóru hesir umboðaðir á ráðstevnuni:
• Joan Roca (El Celler de Can Roca, 3* Michelin, Spain)
• Massimo Bottura (Osteria Francescana, 3* Michelin, Italy)
• Jonnie Boer (The Liebrije, 3* Michelin, The Netherlands)
• Joachim Wissler (Vendôme, 3* Michelin, Germany)
• Jean-Georges Klein (L'Armsbourg, 3* Michelin, France)
• Björn Frantzén (Frantzén, 2* Michelin, Sweden) were featured at past editions of ChefAlps Summit.










