Koks í Keypmannahavn

Matstovan Koks skal flyta í nýggj høli í Føroyum, men áðrenn ta tíð, verður hon flutt til Danmarkar.

 

Longu í fyrradagin lat Koks dyrnar aftur uppi á Hotel Føroyum og nú er ikki longur gjørligt at njóta matin frá Poul Andrias Ziska og hinum á Koks uppi á hotellinum oman fyri Havnina.

 

Næsti møguleikin at eta ein betri bita á Koks verður ikki fyrr enn 3. mars 2016 og tá í Keypmannahavn. Matstovan flytir nevniliga alt virksemi til høvuðsstaðin í Danmark í nakrar viku komandi vár.

- Koks verður fimm ár í apríl 2016, eitt høvi vit ætla okkum at hátíðarhalda saman við okkara gestum og vinum um allan heim. Av tí at Keypmannahavn er ein av stóru mathøvuðsstøðunum, er býurin rættað staðið at dyrka okkara áhuga fyri okkara uppruna, sigur Poul Andrias Ziska, kokkur á Koks.

 

Koks letur upp aftur í Føroyum í mai mánað næsta ár, men enn er óvist hvar tað verður. Men frá 3. mars til 30. apríl má ein so leita sær til Den Vandrette Havnegade í Keypmannahavn.