Gourmand World Cookbook Awards er afturvenandi tiltak í Frankfurt, har bestu bøkurnar innan mat og matgerð verða kosnar.
Í ár er 20. ferðin, at tiltakið verður hildið, og tí skuldu bestu bøkurnar seinastu 20 árini eisini kjósast.
Bókin um Koks fekk stóran heiður í 2013, tá hon varð mett sum besta norðurlendska bókin, og minni mundi heiðurin ikki vera, nú bókin hesaferð varð kosin sum næstbesta norðurlendska útgávan innan økið seinastu 20 árini.