Koks kunnu droyma um stjørnu nummar tvey. Tað heldur Elin Maria Olsen, sum eigur fyritøkuna Solea, sum marknaðarførir Føroyar og føroyskan mat í útlondum.
- Eg legði til merkis, at tá dómarin viðmerkti stjørnuna til Koks, nýtti hann í veruleikanum grundgevingar, sum vanliga geva tvær stjørnur. Hann nýtti orðið “detour,” umvegur. Tað er júst treytin fyri at fáa tvær stjørnur, at tað er tað vert at fara ein umveg fyri at eta á hesi matstovuni. Eg ivist heldur ikki í, at fólkini handan Koks fara at halda fram við menningini og hvør veit, um tey kanska megna at fáa hasa næstu stjørnuna eisini, spyr Elsa Maria Olsen.
Hon heldur, at tað mest fantastiska við hesum, er at føroyskur matur nú hevur fingið pláss á altjóða pallinum.
- Vit føroyingar eru sera tjóðskaparligir, men onkursvegna, so hava vit verið eitt sindur foyir, tá talan hevur verið um føroyskan mat. Vit hava kanska mest sum skammast við at tosa um ræsta matin, sum er so stórur partur av føroyska køkinum. Seinni árini er tó fullkomiliga vent í holuni. Nú hava føroysku kokkarnir megna at broytt føroyska matin til nakað heilt serstakt, sum mikudagin fekk hægstu viðurkenning frá heimselituni, sigur hon.
Les nógv meiri um Koks og hvat Michelinstjørnan hevur at siga fyri Føroyar í Vikuskiftissosialinum. Les um hvussu Poul Andrias Ziska gjørdist kokkur. Vit hava spurt Johannes Jensen og føroyskar kokkar, hvat hetta hevur at siga, umframt at vit hava spurt Bent Christensen, hvat næsta stigið hjá føroysku matstovunum skal vera.