Føroya Sílaveiðufelag mótmælir harðliga ætlanunum hjá KOKS at lata matstovu upp Frammi við Gjónna við Leynavatn.
Virksemið hjá KOKS fer við vissu at taka grundarlagið undan fiskingini á Leynavatni, sigur Føroya Sílaveiðufelag um ætlanirnar hjá KOKS at flyta Framm við Gjónna við Leynavatn.
Felagið hevur tí sent Tórshavnar kommunu eitt mótmælisskriv
Felagið hevði ein ástaðarfund saman við stjóranum í KOKS, har hann greiddi frá ætlanunum við økinum.
- Ætlanirnar innibera nógva ferðing aftur og fram á økinum og stendst nógv órógv og ófriður av hesum. Byggingin og dálkingin fer at skemma náttúruna almikið, sigur felagið, sum sigur seg als ikki kunna góðtaka ætlanirnar.
- Dálkingin av virkseminum Frammi við Gjónna fer at ávirka lívið í ánni almikið, sigur Hans Joensen.
Føroya Sílaveiðufelag varð stovnað í 1947 og virksemið í Leynum byrjaði í 1966, tá felagið fór undir at gera sílatrappurnar. Felagið sigur, at síðani hevur felagið lagt nógv í at menna ein stovn av villum laksi á Leynavatni, sum er vorðið víðakent úti og heima.
Nú óttast felagið, at KOKS fer at dálka vatnið og oyðileggja sílafiskiskapin á vatninum.
- Kemur KOKS á staðið verður tískil eksistensurin hjá felagnum burtur og verða vit noyddir at gevast. So einfalt er tað, sigur Hans Joensen.










