Nú verður tað, at føroyska matstovan, Koks, fær eina Michelinstjørnu.
Tað eru tveir danskir matummælarar sannførdir um, skrivar Berlingske.
Mikudagin er ársins størsta hending í matstovuvinnuni, tí tá verður tað avdúkað, hvørjar matstovur fara at fáa eina Michelinstjørnu, sum er størsta viðurkenning ein matstova kann fáa yvirhøvur.
Hesa seinastu tíðina hava ummælarar dúgliga gitt og mett um, hvørjar matstovur fara at fáa tann stóra heiðurin at fáa eina Michelin stjørnu hesa ferð.
Tað eru 117 ár síðani, at Michelin fór at lata serstakliga góðum matstovum stjørnum, og tað er fremsta prógv um dygd, ein matstova kann fáa yvirhøvur.
Seinastu árini hevur føroyska matstovan, Koks, av álvara vakt ans, og hesa seinastu tíðina hevur hon fleiri ferðir verið á listanum yvir allarbestu matstovur í Norðurlondum.
Men matstovuummælarar meta, at nú verður tað, at Koks fær tað heilt avgerandi gjøgnumbrotið.
Tí tá ið tað verður avdúkað mikudagin, hvørjar matstovur fara at fáa Michelinstjørnu í ár, er Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide, vísir í, at Føroyar fáa sína fyrstu Michelinstjørnu, og at tað, sjálvsagt, verður Koks, ið fær hana, sigur hann við Berlingske.
Eisini matummælarin hjá Berlingske sjálvum, Søren Frank, væntar, at Koks fær eina Michelinstjørnu hesa ferð.
Hann sigur, at Koks er ein av teimum matstovunum, sum hava greitt frá, at tey halda, at tey hava havt vitjan av inspektørum frá Michelin tríggjar ferðir, sum er tað, ið krevst fyri at fáa eina stjørnu.
Les eisini: Fyrsta Michelinstjørna til Føroya? Vit eru øgiliga spent