Á svensku sportsvognsverksmiðjuni Koenigsegg er tey í ferð við at leggja seinastu hond á teirra nýggja sportsvogn, Koenigsegg CCX R, sum við eini toppferð upp á yvir 400 km/t verður skjótari enn Bugatti Veyron, sum í dag er heimsins skjótasti, dýrasti og kvikasti bilur.
Eftir hvat skilst verður Koenigsegg CCX R ein bilur við 4,7 litra motori við 1018 hk og kemur at kosta umleið 17 milliónir krónur. Bugatti Veyron hevur 1001 hk.
mg