Saab Automobile er yvirtikin av Koenigsegg Group í Svøríki, og ein heilt nýggjur Saab 9-3X kemur á marknaðin um miðjan august.
General Motors selja út av sínum bilmerkjum í Evropa. Herfyri varð Opel bilverksmiðjan yvirtikin av kanadisk/eysturríksku fyritøkuni Magna International, og nú er svenska bilverksmiðjan Saab Automobile yvirtikin av sportsvognsvverksmiðjuni Koenigsegg Group í Svøríki.
Koenigsegg verksmiðjan varð stovnað í 1994 í Svøríki av Christian von Königsegg. Teirra konsept er at gera »ekstremar« sportbilar við stórum motorum, ið eru gjørdir úr løttum tilfari. Toppmodellið hjá Koenigsegg hevur ein V8-motor við 1018 hk.
Sum liður í avtaluni skal General Motors yvir eitt tíðarskeið lata komponentar til Saab. Umframt teir Saab sum verða gjørdir í dag, kemur ein heilt nýggjur Saab 9-3X av verksmiðjuni í Trollhättan um miðjan august.