Koeman: Vit vóru betri í 70 minuttir

Champions League: Venjarin hjá FC Barcelona heldur at sítt lið spældi betri, sjálvt um teir taptu 3-0

FC Barcelona tapti í kvøld heili 3-0 móti Benfica í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Katalanska stórfelagið er í kreppu og trýstið verður enn størri eftir ósigurin í kvøld, men venjarin er meiri bjartskygdur.

 

- Eg haldi at vit spæla betri enn Benfica í 70 minuttir í dag. Vit skuldu havt fingið eitt mál ella tvey, men vit fáa tey ikki, sigur Ronald Koeman eftir dystin í kvøld.

 

Liðskiparin hjá FC Barcelona, Sergio Busquets, heldur fyri, at tað er lættast at bara koyra venjarin, men at spælararnir eisini eiga sín lut.

 

- Hetta er torført at greiða frá. Vit eru ikki góðir nokk í brotsteigunum. Vit lata mál inn tíðliga, vit spæla væl, men vit umseta ikki okkara møguleikar. Tað hevði verið ov nemt at koyrt venjaran, tí vit hava allir eina ábyrgd. Vit eru í eini kritiskari støðu við ongum stigi. Nú skulu vit bara vinna dystirnar móti Dynamo Kiev, sigur Sergio Busquets.

 

FC Barcelona er nú kroyst at vinna restina av dystunum í bólkaspælinum, um FC Barcelona skal koma víðari.

 

Støðan:

 

1. Bayern Munchen 6

 

2. Benfica 4

 

3. Dynamo Kiev 1

 

4. FC Barcelona 0