Tað hevur leingi prutlað undir lokinum, og nú kókaði yvir.
Seint í kvøld boðar leiðslan í spanska stórfelagnum Barcelona frá, at felagið hevur sagt venjaran úr starvi.
Ronald Koeman, sum í síni tíð var høgt skattaður spælari í felagnum, er ikki longur venjari í Barcelona. Seint í kvøld skrivar felagið soleiðis á heimasíðuni:
FC Barcelona hevur loyst Ronald Koeman frá uppgávunum sum venjari hjá okkara fyrstaliði. Forsetin í felagnum, Joan Laporta, kunnaði venjaran um avgerðina mikukvøldið, eftir at Barcelona tapti á útivølli ímóti uppflytaranum Rayo Vallecano. Koeman fer at biðja spælarunum farvæl hósdagin.
-Felagið takkar Koeman fyri arbeiðið í felagnum og ynskir honum alt tað besta á leiðini sum venjari, er farvælheilsanin.
Í langa tíð hava úrslitini ikki verið nakað at reypa av. Sunnudagin tapti Barcelona 2-1 á heimavølli ímóti Real Madrid, og 1-0 tapið ímóti Rayo Vallecano, sum er lítið at rokna ímóti velduga Barcelona, var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Í løtuni er FC Barcelona á níggjunda plássi í LaLiga. Liðið hevur vunnið 15 stig í 10 dystum.