Eitt skeið um, hvussu tónleikarar skráseta sín tónleik hjá Koda, tá hann verður spældur alment, verður hildið í samband við tiltakið Futt í býin. ?Skriva kekkin til tín sjálvs, tá tú spælir tónleikin hjá tær alment, lær teg at nýta Mit Koda?. Hetta er høvuðsendamálið við skeiðnum. Koda er felagsskapur, ið tekur sær av at umsita rættindini hjá tónleikarum, og at býta út samsýning, tá verk verða nýtt og spæld.
Futt skipar fyri skeiðnum um Koda-fráboðan í Pætursastovu hósdagin 24. juli kl. 19:00 - 20:00. Dagfinn Joensen leggur lag á.
Luttøkan er ókeypis og ein kann tekna seg á futt@futt.fo innan 24. juli klokkan 15.00.