KODA kunnar limir sínar

KODA hevur limafund í Føroyum mánadagin 11. oktober KODA felagsskapurin hjá tónleikarum,ið umsitur verk og rættini, so gjald fæst, tá verk verða nýtt, t.d. spæld á útvarpsstøðum. Javnan eru fundir í Føroyum.

Hasaferð er evnið tónleikur, ið verður settur til lýsingar.

Eisini fáa limirnir kunning um útgjald í Føroyum og annars sum heild um árið, ið fór.

Limafundurin verður í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 11. oktober frá kl. 17 - 19. Neyðugt er at tekna seg til og kann tað m.a. gerast við telduposti til: medlem@koda.dk .