Dávid Isfeld
----------
Kobraslangan og Virgar T. Dalsgaard hava í hvussu er eitt til felags, og tað er eitur; men Virgar er ikki líka beinrakin við sínum eitri. Eitrið hjá Virgar rakar tíverri øll, ið hætta sær at lesa hansara greinir.
Hví vera so ljótur í munninum?
Eg havi lisið einar tvær greinir hjá Virgari Dalsgaard áður, og nú hesa í Sosialinum 20. januar, og tær eru allar líka ófantaligar. Í hesari rópar hann miðlamenn »undarligir mikrofon-dreingir« og »hjálparloysingar«. Og so er tað tjóðveldisfólk (og óivað eisini øll fullveldisfólk). Tjóðveldisfólk eru »fjaðursár og fantasileyst lið av loysingum«, »sosialir og nationalir 'brotsmenn'«, »loysibløkur«, »fullveldisdólgar«, »politiskt insolventir tjóðveldis-óvitar«, »ábyrgdarloysingar«; og í einum setningi sigur hann soleiðis: »Níðingsgerðin hjá loysingum var einki minni enn fíggjarlig og social terrorisma!« Ja, enntá við rópitekin aftan á orðið »terrorisma«. Meinar Virgar, at tjóðveldisfólk eru terroristar? Er hesin maðurin sálarliga illa fyri, ella hevur haturin fyri tjóðveldisfólki eti hann upp innan, og tikið ræði á honum og øllum, ið vakurt, menniskjaligt og gott er?
Tá eg at enda las »Vinarliga og gott nýggjár!« skilti eg hetta sum ta síðstu sarkastisku viðmerkingina, tí at alt annað í greinini var so ljótt. Ikki hevði verið av leið, um redaktørurin á Sosialinum sendi slíkar greinir aftur til rætta viðkomandi um at bøta um valdu orðini og máliskurnar. Tað er einki forgjørt í at virka fyri sømiligum orðingum og sostatt sømiligum greinum.
Eg eri stórur fjeppari at talufrælsi, tí vit velja hóast alt hvat og hvørjum vit lesa og lurta eftir - vóni bara ikki, at ljótu orðini hjá Virgari røkka barna- og ungdómsoyrum, tí her er eingin lærdómur, bert dómur. Eitur, sjálvrættvísi og dómur uttan fyrilit fyri próførslu, skilagóðum argumentum og vanligum fólksiði; tað er hansara mannagongd í viðgerð av politikki og fólkum, ið luttaka í politikki og politiskum kjaki.
Eg var í einum útmerkaðum kjaki við Helga Abrahamsen fyri stuttum umvegis tíðindabløðini í Føroyum. Tað var eitt sakligt og sømiligt kjak. Vit vóru rættiliga ósamdir, men tað gekk ikki út yvir málnýtsluna og góðum fólksiði. Les hvussu onnur fólk skriva, Virgar, og tak við læru - ongantíð av gamal at læra.
Veit ikki hvørja barlast av lærdómi Virgar hevur, men lærdómur og vísdómur fylgist ikki altíð at - ein telda kann sitera øll verkini hjá Shakespeare út í eitt, men hon veit ikki hví.
Tíðarinnar tonn og eftirmæli
Tá tíðarinnar tonn hevur gnagað síðsta pettið av penninum hjá Virgari Dalsgaard, vænti eg, at hansara flogleysu orð verða líka lítið saknað av føroyingum, sum týsk bumbuflogfør yvir London eru saknað av londonarbúgvum.










