Tórshavnar kommuna hevur lagt stóran dent á umhvørvið seinastu valskeiðini. Nógv er gjørt fyri at reinsa áir og kloakkir og fjøruna seinastu árini, og nú umhvørvisvika var í síðstu viku, var tað ógvuliga passsandi, at Brennistøðin á Hjalla fekk sonevndu ISO 14001 góðkenningina.
Tað er Norsk Veritas, ið góðkennir hesi støðini, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at menna allar skipanir og mannagongdir á KOB.
Elin Lindenskov er forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, og hon er sera errin av avrikinum hjá Brennistøðini.
Tað er einastandandi flott av Brennistøðini at fáa hesa góðkenningina. Vit skulu minnast til, at talan er um allar mannagongdir hjá Brennistøðini, og teir hava arbeitt hart fyri at fáa hesa góðkenningina, sigur Elin Lindenskov.
Tað tekur vanliga eitt ár at fyrireika eina slíka góðkenning, men tað var ikki fyrr enn í oktober, at teir rættiliga fóru undir fyrireikingarnar at fáa hesa góðkenningina.
Talan er um eina umhvørvisgóðkenning, og vit hava arbeitt hart í seks mánaðir, sigur Jóhannes Guttesen, umhvørvisleiðari á Brennistøðini.
Hetta er eitt diplom, ið setir krøv til brennistøðina um mannagongdir, lógir og reglugerðir.
Talan er um eina trygd mótvegis borgarunum í kommununi at øll okkara umhvørvisviðurskikfti eru í lagi, sigur Jóhannes Guttesen.
Brennistøðin hevur áður roynt at fingið hesa góðkenningina, men tað hevur ikki eydnast fyrr.
Vit hava brúkt royndirnar frá undanfarnum ferðum, umframt at vit hava lagt enn størri dent á at fáa góðkenningina hesuferð, sigur Jóhannes Guttesen.
Góðkenningin merkir, at brennistøðin nú hevur pappír upp á, at alt teirra arbeiði er í lagi.
Vit hava alla tíðina hildið, at okkara arbeiði er í lagi, men nú hava vit prógv fyri tí. Og vit eru nú undirlagdir eitt loypandi eftirlit, sigur Jóhannes Guttesen.