Knút og Kári settu nýtt met

Meðan tað var so tjúkt í mjørka fríggjakvøldið, tá innleiðandi kappingin var, at dómarar og áskoðarar høvdu ilt við at síggja rossini, so vísti veðrið seg frá eini frálíkari síðu legardagin, tá finalurnar í triðju og næstseinastu Safari uttandurakappingini í summar vórðu avgreiddar í Havnardali.

Kappingina V1 vunnu hesi: Knút Lützen, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Óluva á Lofti. Knút setti met við samlaða karakterinum 7,07 í innleiðandi kappingini, og hetta er hægsti karakterur nakrantíð í V1, innleiðandi!

Stutt millum kappingarnar

 

Stutt er millum Safari FM-kappingarnar hjá Føroyskum Íslandsrossafelag fí summar. Onnur kappingin var fyri bert 14 døgum síðani – og í vikuskiftinum var longu kapping aftur, tann triðja í røðini. Fjórða og seinasta Safari FM-uttandurakappingin verður um 14 dagar – og síðani sleppa rossini út á væl uppiborið beiti, meðan reiðfólkini mugu finna uppá okkurt annað at gera enn at venja og "rossast" í tímavís hvønn dag.

 

Góðir dagar hjá Knúti og Kára

 

Umframt at vinna V1, vann Knút á hestinum, Kára, eisini tøltkappingina T1. Í T1 fekk hann tó harða kapping frá Ragnheiður á hestinum, Huga. Knút gjørdist nr. 1 við karakterinum 7,77, meðan Ragnheiður kom heilt uppá 7,55, so har var stutt ímillum. Ragnheiður og Hugi høvdu eisini ein sera góðan dag – tey gjørdust nevniliga eisini nr. 2 í V1.

 

Nýggja breytin roynist stak væl

 

Staðfestast kundi enn einaferð, at nýggja breytin roynist stak væl. Fleiri met eru longu sett á breytini, síðan hon bleiv tikin í nýtslu fyri stuttari tíð síðani. Umstøðurnar hjá reiðfólkum eru blivnar munandi betri, nú breytin er formað og slættað og gott tilfar er lagt á hana. Eisini miðjan á ringinum er slættað, og gott undirlag lagt á, so nú er lagamanni at venja undir frálíku umstøðunum. Fleiri venja fram ímóti at fara uttanlands at kappast, so góðar venjingarumstøður eru alneyðugar.

 

Spennandi fimmgongd

 

Í greinini F1, sum er fimmgongd, har øll fimm gonguløgini skulu vísast: fet, trav, tølt, lop og skeið, vóru 4 ross við hesa ferð. Tað er altíð spennandi at síggja serliga skeiðið, tí har krevst, at rúttarin er øðiliga neyvur, tá hann "leggur" rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar. Hvørt par fær 3 møguleikar – 3 sprettir – at fáa skeiðið at rigga. Karakterirnir fyri tveir teir bestu sprettirnar verða lagdir saman og býttir við tvey – hetta gevur endaliga karakterin.

 

Úrslitini í triðju Safari uttandura kappingini á ár, gjørdust hesi:

 

T1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

 

T7

Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum

 

Nr. 2 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg

 

Nr. 3 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði

 

F1

 

Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

 

Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II

 

Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir og Rambó frá Hellu

 

V1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 3 Helena Dahl Thomsen og Ömmu-Jarpur frá Miklholti 

 

V3

 

Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Prinsessa frá Tindsgarði

 

Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi

 

Nr. 3 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðholtshjálegu

 

V5

 

Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Lítlu-Tungu

 

Nr. 2 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum

 

Nr. 3 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3

 

Samreiðssteypið vann Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, og Sedea B. Nolsøe vann røktarsteypið.

 

 

 

 

 

 

 

Kappingina V1 vunnu hesi: Knút Lützen, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Óluva á Lofti. Knút setti met við samlaða karakterinum 7,07 í innleiðandi kappingini, og hetta er hægsti karakterur nakrantíð í V1, innleiðandi!