Fyri fimtu ferð í ár var Knørrur fyrstur á mál. Tað vil siga, at teir í høvuðsstaðarfelagnum hava fulla úrtøku, nú tað eru tveir kappróðrar eftir. Tí er Knørrur stórfavorittur at vinna FM heitið.
Um FM fer at verða vunnið við fullum stigatali fæst at síggja. Í dag vóru teir umborð á Knørri av álvara noyddir at vísa, hvat tað er, sum býr í teimum.
Nevið Reyða úr Klaksvík hevur ikki staðið seg nakað serligt higartil í ár. Í dag legði Nevið Reyða bragdliga fyri, og Nevið Reyða var fremst fyrra partin av róðrarteininum. So bjóðaði Knørrur av og tók Nevið Reyða, sum eisini noyddist at dvína fyri Argjabátinum.
Argjabáturin hevði hug at fara eftir Knørri, og tað var spenningur um fremsta plássið, men tað var kortini eingin ivi um, at Knørrur var fyrstur á mál.
-
1 | Knørrur (RK) | 04:27.05 |
2 | Argjabáturin (AR) | 04:28.33 |
3 | Nevið Reyða (KRF) | 04:31.08 |
4 | Miðvingur (MR) | 04:34.40 |
stavnur.fo
-
FM støðan
1 | Knørrur (RK) | 35 |
2 | Argjabáturin (AR) | 30 |
3 | Miðvingur (MR) | 23 |
4 | Nevið Reyða (KRF) | 18 |