Knørrur syfti aftur meistaranum

8-mannafør: Hóast Argjabáturin átti fínan start, so megnaði Knørrur at vinna á meistaranum

Argjabáturin er FM vinnari í kappingini millum 8-mannafør. Hetta er 16. ferðin, at Argjabáturin er føroyameistari. Tað er met, sum Argjabáturin eigur saman 6-mannafarinum Jarnbardi við kvinnum.

 

Argjabáturin fekk fínan start undir Argjahøvda, og Gullbrandur úr Fuglafirði fekk besta startin av øllum.

 

Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri fekk ikki heilt so góðan start. Hann vann bæði í Miðvági og í Klaksvík, og tað endaði eisini í dag við, at Knørrur vann.

 

Eftir ikki so sannførandi startin fóru tøkini at muna meiri hjá Knørri, enn tey gjørdu hjá kappingarneytunum. Knørrur tók Gullbrand, og framvið Molanum át Knørrur seg støðugt inn á Argjabátin. Eina løtu lógu hesir báðir bátarnir stavn um stavn. So tók Knørrur Argjabátin og vann við tí mesta av einari bátslongd.

 

Gullbrandur úr Fuglafirði svaraði av álvara aftur í endaspurtinum, tá ið tað var um reppið, at tað eydnaðist at taka Argjabátin. Tað gjørdi tað kortini ikki, og Argjabáturin er heilt greiður FM vinnari.

 

1Knørrur04:18.48700
2Argjabáturin04:20.26600
3Gullbrandur04:20.33500
4Heiðabáturin04:23.24400
5Nevið Reyða04:26.23300

 

 

 

FM

 

1 Argjabáturin 46

 

2 Knørrur        42

 

3 Gullbrandur 35