Knørrur sigraði frammanfyri meistaran

Kvívíkingur, sum í dag var nummar tvey, er meistari í kappingini millum 8-mannaførini

Kvívíkingur er FM vinnari í kappingini millum 8-mannaførini, og Knørrur er næstbestur í FM kappingini.

Á ólavsøku var Knørrur fyrstur á mál. Hann var stóran skut undan meistarunum úr Kvívík, og lítla løtu seinni kom Miðvingur, sum fyri fjúrtan døgum síðani vann á vestanstevnu, á mál.

Talan var um spennandi kapping. Knørrur var størsta partin av teininum undan hinum. Onkra løtuna var munurin tað mesta av einari bátslongd, men so styttist aftur, og í endaspurtinum var tað heilt spennandi.

 

1Knørrur04:10.11  
2Kvívíkingur04:11.17  
3Miðvingur04:12.06  
4Argjabáturin04:14.22