Tað var tætt og spennandi, og tað endaði við, at ein nýggjur vinnari varð funnin í kappingini millum 8-mannaførini. Hesa ferð var tað Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum var fyrstur um málið, og hesa ferð var Kvívíkingur, sum hevur vunnið undanfarnu ferðirnar, var næstfremstur.
Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER
Á øllum 1000 metra teininum var tað dramatiskt og tætt. Miðvingur var leingi frammi í oddinum, og Argjabáturin var ikki so langt frá heldur. Tá ið tað stóð á og enda málið ikki var so langt burtur, so vóru tað Knørrur og Kvívíkingur, sum kappaðust um sigurin.
Knørrur var alla tíðina undan í endaspurtinum, hóast Kvívíkingar eina løtu støðugt minkaðu um munin. At Knørrur vann ber við sær, at tað var nýggjur vinnari í kappingini millum 8-mannaførini, og harvið er tað lagt upp til spennandi kapping um FM heitið.
1 | Knørrur | 04:36.07 | ||
2 | Kvívíkingur | 04:36.10 | ||
3 | Miðvingur | 04:38.06 | ||
4 | Argjabáturin | 04:38.23 |
1 | Kvívíkingur | 27 | ||
2 | Knørrur | 24 | ||
3 | Argjabáturin | 19 | ||
4 | Miðvingur | 18 | ||
5 | Gullbrandur | 3 |
mynd: rk.fo