Knørrur hevur fulla úrtøku

8-mannafør: Aftur í dag var Argjabáturin næstfremstur

Høvuðsstaðaruppgerðin var spennandi, og hon endaði soleiðis, sum hon hevur gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar.

 

Tað vóru aftur í dag Argjabáturin og Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum kappaðust um fremsta plássið, og tað var Knørrur, sum vann, og sum eftir tríggjar kappingar hevur fulla úrtøku. Argjabáturin hevur allar tríggjar ferðirnar verið næstfremst og hevur 18 stig og trý stig færri enn Knørrur.

 

Nevið Reyða var tvær bátslongdir aftanfyri Argjabátin, og Nevið Reyða vann kappingina um bronsuplássið í góðari kapping við Miðving.

 

-

 

1Knørrur (RK)04:56.12
2Argjabáturin (AR)04:58.26
3Nevið Reyða (KRF)05:05.29
4Miðvingur (MR)05:06.48

 

stavnur.fo