Knørrur fekk fult

8-mannafør: Aftur í dag var Argjabáturin næstfremstur

Undan ólavsøku var Knørrur stórfavorittur at vinna FM, og í dag vann Knørrur ólavsøkuróðurin og harvið eisini FM heitið. Knørrur hevur vunnið allar sjey róðrarnar og harvið FM við fullum stigatali. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at 8-mannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur vunnið allar róðrarnar í einum róðrarári.

 

Fyrstu løtuna var tað stutt millum bátarnar, men so stakk Knørrur seg framum, og fram ímóti málinum øktist munurin til teir næstu at vera meiri enn ein bátslongd.

 

Argjabáturin var næstfyrstur á mál. Miðvingur og Nevið Reyða vóru í stórari kapping um triðja plássið. Ta kappingina vann Miðvingur, sum eisini í FM kappingini vann bronsu.

 

1Knørrur (RK)04:08.14
2Argjabáturin (AR)04:11.23
3Miðvingur (MR)04:12.16
4Nevið Reyða (KRF)ET
5Ørvur (HR)ET

 

stavnur.fo

 

-

 

1Knørrur (RK)49
2Argjabáturin (AR)42
3Miðvingur (MR)33
4Nevið Reyða (KRF)26
5Ørvur (HR)3