Hondbóltur
Tað var rópt fyri seinasta útkall hjá KÍF, sum enn ikki hevur vunnið stig í hesi útgávuni av Atlantic Airways-kappingini. Undan kappingini vóru annars fleiri, sum høvdu hug at nevna kollfirðingarnar til favorittar til annað av finaluplássunum, men tann dreymurin tykist nú heilt fjarður.
Tí eins og í undanfarnu dystunum, so noyddust kollfirðingarnir av vøllinum uttan stig, tá teir dystaðust móti H71 sunnudagin.
Eina løtu tóktist tó, sum skuldi tað rigga hjá KÍF hesaferð. Liðið fekk betru byrjanina á vøllinum, og eitt skifti fyri steðgin vóru teir eisini á odda, men teir megnaðu ikki at halda hesum. Seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum skoraði H71 fimm ferðir á rað, og tann munin vunnu gestirnir ongan tíð aftur.
Hjá hoyvíkingum var talan kanska ikki um tað heilt flótandi hondbóltsspælið, men liðið tykist í ár vera betri fyri, enn teir vóru eitt nú í fjør, tá fleiri dystir vórðu taptir vegna vantandi orku. Tann trupulleikin ger seg ikki longur galdandi, og við alla tíðina at halda skrúvuni fingu teir toga stigini heim.
Fakta um dystin
H71-KÍF 24-22 (12-9)
Málskjúttar
H71: Esbern Patursson 6(3), Halgir Dahl Olesen 5, Janus Sørensen 4, Dánjal Tórgarð 4, Johnny Durhuss 2, Eyðun Højgaard 2, Gunnar Blåsvær 1
KÍF: Damir Oros 6(2), Rógvi Weihe 4, Gert Hansen 4, Dean Jankovic 4, Eddie Joensen 2, Emil Petersen 1, Jóan Pauli Olsen 1(1)
Brotskøst: H71 3, KÍF 3
Útvísingar: H71 6, KÍF 6
Diskvalifikatión: H71 1(3X2 min)
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen