Áhugin fyri at siga eitt síðsta farvæl við Heindrik prins hevur verið ovurhonds stórur, nú almenningurin hevur havt møguleikan at leggja leiðina framvið kistuna hjá honum. Allar tríggjar dagarnar, ið tað hevur verið møguligt at síggja kistuna, hava fólk staðið í bíðirøð í fleiri tímar, og upplýsir Ritzau í kvøld, at tilsamans 19.356 fólk vóru á gátt í Christiansborgs Slotskirke.
Tað er Jan Blichert-Hansen, virksemileiðari á Christiansborg Slotsforvaltning, ið hevur upplýst samlaða vitjunartalið.
- Samlaða talið av vitjandi fyri allar dagarnar – leygardag, sunnudag og mánadag – var 19.356. Tað tekur ein á bóli, sigur hann við Ritzau, og upplýsir, at 5.834 fólk vitjaðu Christiansborg Slotskirke í dag.
Jarðarferðin hjá Heindrikki prinsi verður klokkan ellivu í morgin, og eru einans 60 fólk boðin til hana.