Fyri løtu síðan fór streymurin í Havn, og alt gjørdist bølamyrkt, men tað er ikki bara í Havn, at fólk sita í myrkri.
Á Sandi er eisini bølamyrkt, og tá In.fo hevði umboð fyri SEV í telefonini fyri løtu síðan, høvdu tey ikki eina fullgreiða mynd av støðuni.
Men, framvegis er bølamyrkt. In.fo fer at fylgja málinum.
Dagført: Tað seinasta nýggja er, at streymurin nú er komin aftur í Havn, og á Sandi lýsir eisini.
Tað merkiliga er, at líka so knappliga, sum streymurin fór, kom hann eins knappliga aftur.