Knallert rendi á bil

Fríggjadagin um hálvgum tvey tíðina hendi eitt lítið ferðsluóhapp við Landssjúkrahúsið

Ein bilur steðgaði við vestara gonguteig við Landssjúkrahúsið fríggjadagin. Bilurin bleiv árendur av einari knallert. Um tað var tí, at tað var fríggjadagur tann 13, og klokkan var 13.21, tað er ikki gott at vita.
Førarin á knallertini gav sær ikki far um, at bilurin stóð stillur, so hann rendi beint í reyvina á bilinum. Knallertførarin fekk smávegis snuddir av óhappinum, men kundi ganga sjálvur á skaðastovuna.
Vakthavandi sigur, at illgruni er um, at knallertin hevði ov nógva ferð, og løgreglan kannar nú, um knallertin er lóglig.