Um nátturðatíð í gjárkvøldið boðaðu vitni frá ferðsluóhappi í Havn. Tað var á krossinum, har Sjúrðargøta og Varðagøta/Tróndargøta møtast. Ein knallert rendi inn í ein buss á krossinum, og førarin varð slongdur av knallertini. Sjúkrabilur varð tilkallaður, og vísti tað seg, at knallertførarin hevði fingið heilaskjálvta av óhappinum.
Løgreglan sigur, at 18 ára gamli førarin á knallertini ikki hevur hildið víkiskylduna, sum er merkt við hávatonnum við skeringina Sjúrðargøta og Tróndargøta/Varðagøta. Knallertin er farin til kanningar, og førarin verður væntandi skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna.










