Tað líkist einum veruligum hondbóltsbraki, tá H71 í dag tekur móti Neistanum Dysturin verður helst avgerandi fyri, hvør teirra hevur kanska avgerandi munin, áðrenn farið verður undir seinnu hálvu av kapprenningini.
Bæði liðini hava havt sínar trupulleikar við veruliga at fáa gongd á spælið, men í so máta eru ikki longur veruliga ráð at eksperimentera.
Hinir báðir dystirnir hava á pappírinum greiðari favorittar. Hinvegin hevur Kyndil bert fingið eitt stig í ár, og var hetta móti júst StÍF. Strandingarnir hava hinvegin ikki ráð at missa, um teir skulu hanga við í oddastríðnum.
Seinasti dysturin er í Kollafirði, har VÍF er greiður favorittur móti KÍF. Men hinvegin er grannauppgerðin í Norðstreymoy aloftast av heldur intensa slagnum, og tí er talan hóast alt um rímiliga opna uppgerð