-Knalla bara gittaran í høvdið á honum. Nei, slá hann í reyvuna. Kitla hann undir armarnar.
Børnini í salinum kappast um at geva gandakallinum og klovninum góð ráð. Samspælið millum sjónleikararnar og børnini er í hæddini. Seinastu løtuna hava børnini í Santa Josef Barnagarðinum í Havn av øllum alvi roynt at fáa frysta spælimannin Búa at vakna.
Tað er fríggjamorgun , og vit eru til sjónleik í stovuni, Reiðrið, á Santa Josef Barnagarðinum í Havn. Hetta er ein leikur, sum setir krøv til hugflogið hjá ungu áhoyrarunum.
Tað sæst týðuliga aftur á andlitsbrøgdunum hjá børnunum, at teimum dámar væl, at tey nærum sleppa at luttaka á jøvnum føti við sjónleikarunum, heldur enn bert at sita óvirkin og hyggja at sjónleikinum.
Gamaní kenna nøkur seg ótrygg av øllum larminum, men flestu teirra halda seg fram at allan leikin. Tey syngja, rópa, flenna, og eru fús at koma við ráðum, tá teir tríggir sjónleikararnir koma í trongar støður.
Frálík eind
Seinastu vikurnar hava Búi Dam, Beinta Clothier og Dánjal Dam á Neystabø ferðast kring landið við einum leiki. Tey hava verið í alt 25 barnagørðum í Suðuroy, Norðoyggjum, Vágum, Eysturoynni og Streymoynni.
Búi og Dánjal eru báðir evnaríkir tónleikarar, meðan Beinta hevur drúgvar royndir innan sjónleik. Leikurin, tey framføra, er eisini ein samantvinning av tónleiki og sjónleiki. Í stuttum fevnir leikurin um eitt sirkus, har høvuðspersónarnir eru ein gandakallur, spælimaður og ein klovnur.
Teir tríggir leikararnir fara gjøgnum líkt og ólíkt á teirra ævintýraferð, og børnini hava ein avgerandi leiklut at hjálpa leikarunum úr trongu støðunum. Leikurin setir tí krøv til hugflogið hjá børnunum, og at tey eru virkin gjøgnum allan leikin.
Búi, Beinta og Dánjal eru ein frálík eind, og tey trý stuðla væl hvørjum øðrum. Á børnunum sæst aftur, at tey trý hava rakt seymin á høvdið við samantvinna sjónleik og tónleik.
Læra ljóðførini
Tað krevur nógv av leikarunum, at tey tora at spyrja børnini um ráð, tí børn eru bráðhugsin og ikki bangin fyri at siga hugsan bart út. Búi, Beinta og Dánjal duga væl at lofta teimum ofta avbjóðandi ráðunum úr salinum, og hóast ófyrireikað til júst tey ráðini, megna leikararnir væl spæla seg úr trongu støðunum.
Í leikinum læra børnini eisini, hvussu tey ymisku ljóðførini, leikararnir spæla, eita, og hvaðani tey hava sín uppruna. Børnini eru fús at endurtaka nøvnini á teimum ymisku ljóðførunum, tá tey verða biðin um tað.
Fleiri teirra síggja rættiliga bergtikin út, at ein trumma kann koma heilt úr Congo í Afrika og heilt til inn í teirra barnagarðsstovu í Havn, og gittarar bæði kunnu hava tólv og seks streingir
Bróta mynstrið
Seinastu árini hevur Dánjal Dam á Neystabø nomið sær útbúgvin á tónleikaskúla í Malmø, har hann millum annað hevur gjørt verkætlan, ið hevði undirheitið, tónleikur við børnum. Hugskotið til leikin, sum Dánjal, Beinta og Búi hava sýnt seinastu vikurnar, stavar úr Svøríki
-Ein stórur trupulleiki hjá børnum í dag er, at tey sleppa í alt ov stóran mun undan at nýta sítt hugflog. Bløð og sjónvarpsrásir seta í dag mørkini fyri børnini við at fortelja teimum, hvat eitt nú Batman kann og ikki kann, og hetta er ikki mennandi fyri hugflogið hjá børnunum. Tað er eingin avbjóðing hjá børnunum bara at kopiera. Tað minkar um íblásturin og hugflogi hjá børnunum, og eitt barn við avmarkaðum hugflogi og íblástri fær kanska ikki somu lívsgleði sum tey, ið nýta sítt hugflog, tá tey spæla. Hesar fyritreytir hava vit nýtt sum útgangsstøðið í okkara arbeiði. Vit hava ein spælimann, klovn og gandakall, og mørkini hjá teimum verða sett av hugflogum hjá børnunum, og ikki nøkrum handriti, sigur Dánjal Dam á Neystabø.
Hann leggur afturat, at ein onnur grundhugsan aftanfyri leikin er at kveikja áhugan hjá børnunum fyri tónleiki , og læra heitini á teimum ymisku ljóðførunum.
G! og Ólavsøka
Leikurin hjá Búa, Beintu og Dánjali hevur verið væl umtóktur kring alt landið. Tey trý eru ómetaliga fegin um góðu undirtøkuna. Hóast ferðin í barnagørðunum kring landið er av á hesum sinni, er framvegis gravgangur eftir leikinum.
Komandi vikuskiftið verður leikurin sýndur á G! Festivalinum, og í døgunum 26.-29 juli á Meiarínum í Havn. Sýningarnar í Havn verða klokkan 18.










