- Sjálvandi hevði tað verið best, um vit funnu knívin, men sakin stendur og fellur ikki við knívinum, tí har er so nógv annað at ganga eftir.
Tað sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.
Teir hava havt froskmenn at leita fram við landi, og teir hava leita við hundum uppi á landi, men enn er knívurin so ikki funnin.
- Tað bleiv sett referatforboð í rættinum til grundlógaravhoyringina, og av tí sama fær Bergleif Brimvík ikki sagt so nógv um kanningnarnar.
Vit hava góðar vónir um at finna knívin, tí tað eru nógv støð enn at leita, sigur Bergleif Brimvík.
Politiið ger framhaldandi sínar kanningar, og nøkur fólk eru eftir at avhoyra.
- Vit hava ikki fingið avhoyrt offrini enn, so tað verður gjørt í dag ella ein av komandi døgunum. Tað bar jú ikki til at avhoyra fólkini í gjár. Tað eru eisini onnur vitni, ið ikki eru avhoyrd enn, sigur Bergleif Brimvík.
Biðið er um eina mentalkanning, og hon tekur sína tíð at fáa avgreitt.
- Tað ber ikki til at siga, nær kanningarnar verða lidnar. Men tá vit eru lidnir at kanna málið, verður tað lagt fyri juristarnar til víðari avgreiðslu, sigur Bergleif Brimvík.










