Knívin á barkanum

Sandoyingar vóru annars fyri viku síðani í fullari ferð við at vinna seg úr botninum, men tvey tap á rað bera við sær, at trýstið á teimum nú er heilt stórt.

Tí skulu stig helst á kontina nú, og so er tað líkamikið, um mótstøðuliðið eitur HB í Gundadali ella okkurt heilt annað.

Til dystin hevur Eli Hentze allar sínar mans tøkar, og so er spurningurin, um hann blandar kortini øðrvísi, enn hann gjørdi í Runavík í miðvikuni.

Hjá HB er Fróði Benjaminsen framvegis ikki tøkur, men roknað verður við, at hann kann byrja venjingina aftur, meðan landsliðssteðgur verður eftir hetta umfarið.

Hinvegin er Milan Kuljic aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær.