37 ára gamli Bárður Johannesen verður nú aftur málverji í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Hans Jørgensen noyddist av vøllinum við skaða, tá 07 Vestur hevði vitjan av klaksvíkingum síðsta vikuskiftið. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu drúgvur skaðin er. Skálamaðurin fer í øllum førum ikki at verja málið hjá vágamonnum, tá uppflytararnir vitja í Runavík sunnudagin.
07 Vestur hevur fingið avtalu í lag við Bárð Johannesen, sum spældi átta dystir fyri B71 i fjør. Hann boðaði upprunaliga frá, at hann gavst við fótbóltinum í 2006.
Bárður Johannesen loysir av Hans Jørgensen, meðan hann situr uttan fyri við skaða.
NSÍ og 07 Vestur spæla við Løkin sunnudagin.