Knút við nýggjari útgávu og konsert

Knút Háberg Eysturstein hevur loksins kunngjørt, at triðja útgávan frá hansara hondum, verður at fáa í handlunum í juli. Hesum boðar leirvíkingurin frá umvegis Facebook í dag.

 

Í sama viðfengi kunnger Knút eisini, at útgávukonsert verður í Perluni í Havn hóskvøldið 11. juli.

 

Við á konsertini verða tónleikarar, sum eisini hava spælt við á sjálvari sjálvari fløguni. Talan er um royndar og dugnaligar tónleikarar sum Jens L. Thomsen, Høgni Lisberg, Mattias Kapnas, Benjamin Petersen, Allan Tausen, Uni Árting og Jan Rúna Poulsen.

 

Haraftrat syngja songkvinnurnar Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam og Óluva Dam kór á bæði fløguni og til sjálva konsertina, umframt at tær eisini fara at framføra sum bólkur. Tær tríggjar manna bólkin The Pushing Up Daisies, ið eisini verður at hoyra í Perluni hetta kvøldið.

 

Nýggja fløgan hjá Knút hevur fingið heitið On High. Hann hevur kunngjørt tvey stakløg av fløguni, tað fyrsta var lagið The Road, og fyri einum mánaði kunngjørdi Knút lagið Growing Old.

 

Undanfarnu útgávurnar hjá Knúti eru Havsglóð frá 2004 og The Desert Holds A Flower frá 2009.

 

Meira um Knút Háberg Eysturstein og tónleik hansara er at finna her: knutmusic.bandcamp.com

 

Myndir: Uni Árting hevur gjørt fløguhúsan, meðan Sunnvá Hanusardóttir Olsen hevur tikið myndina av Knúti (facebook.com/knutmusic)