Knút skal føra Reynsatind

Nú línuskipið Reynsatindur fer til fiskiskap í morgin, verður Knút Høgagarð skipari. Manningin er sett, og hon telir 14. Sp/f Reynsatindur í Sandavági hevur keypt línuskipið West Freezer, sum seinastu mánaðirnar hevur verið til umvælingar, upppussingar og klassingar á skipasmiðjuni MEST í Havn.

Nú er klárt at loysa, og skipari og manning eru sett.

Skipari verður Knút Høgagarð av Toftum, og manningartalið verður 14.

Háldan Gudmundsen í Sandavági er reiðari, og hann sigur, at skipið ætlandi verður á Toftum nú um middagsleitið eftir kassum, agni og ísi.

Reynsatindur er upprunaliga Pison, sum var heimahoyrandi í Klaksvík.

- Vit keyptu eisini línubátin Grana frá bankanum í summar, og tað eru loyvini hjá Grana, sum nú eru flutt yvir á Reynsatind. Grani er seldur til Noregs, sigur Háldan Gudmundsen.