Knút hevur verið klaksvíkingur mestsum alla sína tíð, hóast røturnar koma av Eiði. Bæði foreldrini, Morentza, f. Johannesen, og Jørgen Olsen, vóru ættað av Eiði, men búðu í Klaksvík. Morentza og Jørgen fingu trý børn: synirnar Erik og Knút, sum búgva í Klaksvík, og dóttrina Finngerð, sum býr í Danmark. Knút var føddur á Eiði, men tá hann var útivið tvey ára gamal, fluttu foreldrini til Klaksvíkar. Í átta ár búði Knút hjá ommuni og abbanum, Jóhonnu og Jóhannes á Kósini.
Hugurin stóð til sjógvin, og tá Knút hevði tikið millumskúlaprógv í 1959, fór hann til skips. Hann fór við Nakki á sildafiskiskap á Norðhavinum. Um veturin róði hann út við Tindi, sum mikladals- og nesmenn áttu og drivu. Hann var eisini á ísfiskaveiðu við Polarfarinum undir Íslandi.
Í 1960 fór Knút á sjómansskúla í Svendborg, og heimafturkomin sigldi hann við Polli. Hann sigldi eisini við farmaskipinum Karin K hjá Kjølbro. Annars tók hann handilsskúlaprógv í 1963, heimaskiparaprógv í 1974, og haraftrat hevur hann merkonomprógv.
Síðani hevði Knút mangt og hvat fyri: lærdi til telegrafist, men bleiv ikki liðugur, tí oyruni fórust, var síðani á bedingini og skrivstovuni hjá Kjølbro, í eina tíð í bókhandlinum, á Klaksvíkar Byggivirki, Heilsøluni hjá Kjølbro, deildarleiðari hjá Skipafelagnum í Klaksvík og á Norðoya Fruktsølu.
Umframt alt hetta hevur Knút Olsen havt fleiri álitisstørv: í líkningarnevndini í 16 ár, harav 9 ár sum formaður, nevndarlimur í Føroya Handilsskúla í 18 ár og nevndarlimur í Tekniska Skúla í 14 ár.
Í 1965 giftist Knút við Sáru, dóttir Simonu og Jákup Frederik Isaksen úr Klaksvík. Sára og Knút fingu tríggjar døtur: Maiken 1967, sum er gift við Óla Skarðenni. Jonni 1969, gift á Fyn, og Káru 1972.
Knút og aðrir keyptu fyri einum 10 árum síðani gamla doktarabátin í Norðoyggjum, Medicus, og hava brúkt hann at sigla við ferðafólki á sumri.
Tað hevur ligið til Knút at hava áhuga fyri politikki, og hann hevur verið valevni fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. Hann hevur kent nógv fólk, og mong hava kent hann - sum ein sera skemtingarsaman mann.