Mikudagin 21. mai fara Knút Háberg Eysturstein og manning í Lundgaard Studios í Vejen, DK, har teir fara at taka upp til næstu fløguna hjá Knúti.
Fløgan verður uppfylgjari til debutina ?Havsglóð? frá 2004.
Arbeiðsheitið á komandi fløguni er ?These Days Will Pass? og arbeitt verður við tólv løgum.
Fýra tónleikarar fara í studio, og manningin er; Bogi á Lakjuni (el-gittar), Jens L. Thomsen (bass), Høgni Lisberg (trummur) og Knút H. Eysturstein (sang, gittar, tangentar). Umframt at spæla bass á upptøkunum, er Jens L. Thomsen eisini upptøkutøkningur.
Teir fýra framleiða í felag løgini hjá Knúti, men sigast kann, at Bogi á Lakjuni stendur mest við róðrið. Bæði tá avtornar, og tá ódnin brestur á.
Løgini eru skrivaði av Knúti síðstu fýra árini, og hesuferð eru allir tekstirnir á enskum.
Teir fýra hava seinastu dagarnar vant løgini saman í Keypmannahavn, og nú gongur leiðin til Vejen í Suður-Jútlandi, har snotiligu og hugnaligu Lundgaard Studios bíða teimum.
Enn er einki dagfest viðvíkjandi miksing og mastring, tíansheldur útgávu, men meir verður at frætta um hetta seinni.