Knút Háberg Eysturstein nýggjur vertur í Rokkstovuni

Útvarpið hevur funnið avloysaran fyri Rasmus Rasmussen, ið gavst sum vertur í Rokkstovuni í seinastu viku.


Avloysarin er tónleikarin, tónasmiðurin og viðmerkjarin Knút Háberg Eysturstein, hetta skrivar Dimmalætting í gjár.
Blaðið hevur tosað við nýggja vertin, ið sigur seg vera spentan um avbjóðingina og lovar, at hann fer at royna at halda positiva andan og høga støðið, sum Rasmus hevur lagt. Hetta er fyrstu ferð, at Knút roynir seg sum útvarpsmann, men áður hevur hann verið virkin tónleikaviðmerkjari í bløðum og á kjakforumum. Hann er harumframt kendur sum gittarleikari í Marigold og Marys Baby, tangentleikari í Gestum, Peturi Pólsyni og Marius og sum sangari, gittarleikari og alt møguligt í síni egnu soloverkætlan.