Suðuroy: Í farnu viku var ein bólkur á vitjan úr Danmark í Vági. Í bólkinum vóru ungdómar við atferðartrupulleikum, og teir fóru ikki heilt stillisliga um hurðarnar.
Tann eina dagin høvdu nakrir dreingir stolið ein bil, sum teir koyrdu avstað við, og knústu í Øravík. Teir vóru allir edrúuir, men tó bert 17 ára gamlir.
Í Vági høvdu teir eisini brotið gøtulyktir runt í bygdini, men teir vóru kendir, og sak verður skrivað um herverkini.
Av politistøðini á Tvøroyri upplýsa teir, at sakin verður viðgjørt, sum eitt vanligt mál, har krav verður um endurgjald. Síðani verður hon send fútanum, sum sendir alt niður til Danmarkar.
Annars verður upplýst úr Suðuroy, at vikuskiftið hevur verið ógvuliga friðarligt. Politiið sigur, at tað merkist væl, at ferðslan er nógv minni.