Knústir niður í asfaltið

Ferðaliðið hjá ríkispolitinum kemur til Føroya at kanna ein tilburð á Summarfestivalinum, har tveir politistar fóru óvanliga harðliga fram móti tveimum ungum dreingjum

Vitni til ein tilburð uttan fyri økið hjá Summarfestivalinum eru púra skelkað av, so harðliga tveir politistar bukaðu tveir 17 ára gamlar dreingir leygarkvøldið.
Ein 17 ára gamal drongur ætlaði sær inn á fetivaløkið, men ein vakt forðaði honum tí hann hevði eitt vuvuzela-horn. Hetta hendi á vegnum við posthúsið.
Teir báðir togaðust eina løtu um hornið, og hetta sóu tveir politistar, siga keldur, sum Sosialurin hevur tosað við.
- Eg sá politiið taka ein drong og leggja hann í handjørn og banka hann sundur og saman. Drongurin varð sparkaður og sligin, meðan hann var í handjørnum. Teir bankaðu høvdið móti húsavegginum og sparkaðu dreingin, sjálvt um hann ikki fekk vart seg, sigur Randi Jacobsen, sum júst var møtt sum vakt á Summarfestivalinum, tá ið alt hetta hendi.

Fekk somu viðferð
Ein vinmaður dreingin fór til politistarnar og spurdi, hví teir bankaðu drongin, og so fekk hann sama umgang, varð lagdur í handjørn og sparkaður og tveittur aftur og fram.
Báðir dreingirnir vóru dragsaðir yvir á politistøðina, har foreldrini komu eftir teimum.
Randi Jacobsen fekk ein gest at taka sær av atgongumerkjasøluni, meðan hon fór yvir til politistarnar og bað teir gevast við at sláa og sparka politistarnar.
- Eg fekk bart út at vita frá øðrum politistinum, at um eg ikki slapp mær burtur, skuldi hann knúsa meg sundur. Tað var so óhugnaligt at hoyra dreingirnar rópa um hjálp og einki fáa gjørt, sigur Randi Jacobsen.
Hon sá fleiri fólk á staðnum, og børn grótu og vóru skelkað.

Vardi børnini
- Ein kona kom eisini til og fóru við fleiri børnum inn á posthúsið fyri at verja tey, og tey ikki skuldu síggja meira, sigur Randi Jacobsen.
Hon visti hvørki út ella inn, og ringdi so 112 og bað um hjálp til tveir 17 ára gamlar dreingir.
Í hinum endanum svaraði politistøðin í Havn, og svarið var, at politistar vóru á staðnum. Tað var ikki stór hjálp í tí, við tað at politistarnir vóru problemið, sigur Randi Jacobsen.

Óneyðugt
Hon skilir framvegis ikki, hví tað skuldu vera neyðugt at fara so harðliga fram móti tveimum ungum dreingjum, sum longu vóru í handjørnum.
Randi Jacobsen veit, at heilt nógv vitni vóru til hendingina, og at onnur hava ætlað at melda eisini.
Sum Sosialurin skilir eru aðrir politistar eisini skelkaðir av hendingini. Politistarnir, sum tóku dreingirnar, vóru tilkallaðir at hjálpa politistunum í Norðoyggjum, við tað at so nógv fólk vóru savnað á einum stað. Annars var púra friðarligt, sigur politiið í Klaksvík.
Av tí at politiið í Føroyum ikki kann kanna ákærur móti politistum í Føroyum, kemur ferðaliðið hjá Ríkispolitinum at kanna hendingina og tosa við vitni.
Nevnast kann, at einki verður gjørt við málið um vuvuzela-hornið, sum vaktin og annar av dreingjunum togaðust um, er lagt á hillina. Tað málið gjørdi politiið einki við.