Knústi knallertir

Ein ungur maður hevði fríggjakvøldið knúst tvær knallertir á Toftum. Hann var frá sær sjálvum, og hevði brotið hesar báðar knallertirnar.
Annars hevur vikuskiftið í Eysturoynni verið stak friðarligt, verður sagt frá politistøðini í Runavík.
Eitt lítið harðskapsmál í sambandi við Túnadansin á Glyvrum var leygarkvøldið, tá ein maður fekk nevan framman á.
Politistøðin við Sandin í Klaksvík letur eisini væl at. Klaksvíkingar hava skikkað sær stak væl um vikuskiftið. Einasta løgreglan hevur havt um hendi, vóru tveir fullir menn og ein leysur hestur.