Knúsandi stórur heimasigur

Man skuldi trúð at Serbiska landsliðið var á vitjan aftur í gjárkvøldið, men so var ikki. Himmalvíður munur var tó á liðunum, og talan gjørdist um satt sorl, sum skerda KÍF liðið var fyri í høllini á Skála í gjárkvøldið, tá teir vitjaðu strandingar, ið eiga absolutta toppliðið í føroyskum manshondbólti

StÍF-KÍF 43-17 (15-6)


Tað eydnaðist ikki strandingum at hevna finalutapið móti Kyndli herfyri, men tað gjørdu teir so í staðin í gjárkvøldið. Staklarnar úr KÍF stóðu fyri skotum, og tað í ríkiligt mát.


Tendraðir frá byrjan

At munur er millum oddaliðið og botnliðið í bestu hondbóltsdeildini, hevur longi verið greitt, men at munurin skuldi vera so øðiligur, var kanska ikki heilt greitt.

Strandingar hava at kalla í alt ár, ikki verið til at tikið, og hava teir lagt seg langt framum hini liðini. Men seinastu tíðina hevur StÍF havt eitt sokalla Kyndil syndrom, tí teir taptu fyrst í steypafinaluni, og tá teir so stutt eftir vitjaðu aftur í Havn, fóru teir enn einaferð úr Havn uttan nakað. Tað var kanska júst tað málið, sum at enda tendraðið heimaliðið so nógv sum tað gjørdi.


Blástir um koll

Tá tíggju minuttir vóru farnir av dystinum á Skála, var støðan longu 6-1 til heimaliðið, og haðani var ongin vegur aftur hjá botnliðnum, ið gjøgnum alt kappingarárið hevur verið sera merkt av nógvum skaðum á teirra tunna hópi.


Dysturin í tølum:


10 min. : 6-1


20 min. : 8-4


40 min. : 22-10


50 min. : 33-13 


Málskjúttar:

StÍF: David Edvardsen 9, Borgar Danielsen 8, Leivur Justinussen 7, Sveinur Justinussen 6, Alexandur Johansen 4 (4), Danny Syhler 3, André F. Danielsen 2, Bent Djurhuus 2, Jón Rasmussen 1, Rúni Niclasen 1.

KÍF: Damir Oros 6 (1), Ási Dam 4, Dejan Jankovic 2, Jákup Trúgvason 2, Ingi Johannesen 1, Niklas Reginson 1, Regin Petersen 1.

Brotskøst: StÍF 4, KÍF 1

Útvísingar: StÍF 2, KÍF 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen 



Hondbóltur:


Kvinnur (Sunset-kappingin)

                     d    v  - j -  t   mál mál     munur  stig

1 Stjørnan    17  15- 1 - 1   505  382  123       31

2 VB              16  9 - 2 -  5   376  344  32        20

3 Neistin       17  10- 0 - 7   417  403  14        20

4 Kyndil         16  6 - 1 -  9   362  404  -42      13

5 StÍF            16  4 - 1 - 11  356  400  -44       9

6 VÍF             16  2 - 1 - 13  343  426  -83       5


Menn (Atlantic Airways-kappingin)

                      d   v    - j   - t     mál  mál munur stig

1 StÍF            17  13 - 1  - 3    503  397  106    27

2 Neistin       17  11  - 1 - 5    483   450  33     23

3 Kyndil         17 10  - 0  - 7    459  457   2       20

4 VÍF             17  6   - 2  - 9    455  479  -24     14

5 H71            17  6  -  1  - 10  423  435  -12     13

6 KÍF             17  2   - 1  - 14  403  508  -105    5